Eftirlønin hjá limum Starvsmannafelagsins, sum eru sett eftir sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, er pr. 1. oktober 2008 tilsamans 14%, og verður hon býtt í eina Samlagstrygging uppá 1,5% og ein persónligan part uppá 12,5%. 1. oktober 2009 er eftirlønin 15%, 1,5% í samlagstrygging og 13,5% í eftirløn. Eftirlønin fyri limir Starvsmannafelagsins á Føroya Tele er 15,5 %, og verður hon býtt í eina samlagstrygging uppá 1,5% og persónligan part uppá 14%. Eftirlønin fyri limir Starvsmannafelagsins á S.E.V er 15,5%, men eru hesi ikki við í Samlagstryggingargrunninum, eftir egnum ynski. Eftirlønin fyri limir Starvsmannafelagsins á Postverk Føroya er 9,5%, og verður hon býtt í eina samlagstrygging uppá 1,5% og persónligan part uppá 8%. Starvsfólkini sjálvi rinda 5,5%. Samlagstryggingin: 1,5 % av eftirlønin verður goldið til eina samlagstrygging, sum veitir trygging við deyða. Viðmerkjast skal, at upphæddirnar eru skattafríar við útgjald. Gjaldið við deyða er soleiðis: Um limur er 50 ár ella yngir, so er gjaldið kr. 700.000,00 til eftirsitandi, meðan gjaldið til eftirsitandi hjá limum, ið eru eldri enn 50 ár við deyða, verður broytt á tann hátt at tað skal minka "liniert" úr kr. 700.000,00 í kr. 300.000,00, t.v.s. kr. 25.000,00 pr. ár. - 50 ár 700.000,00 kr.
- 51 ár 675.000,00 kr.
- 52 ár 650.000,00 kr
- 53 ár 625.000,00 kr.
- 54 ár 600.000,00 kr.
- 55 ár 575.000,00 kr.
- 56 ár 550.000,00 kr.
- 57 ár 525.000,00 kr.
- 58 ár 500.000,00 kr.
- 59 ár 475.000,00 kr.
- 60 ár 450.000,00 kr.
- 61 ár 425.000,00 kr.
- 62 ár 400.000,00 kr.
- 63 ár 375.000,00 kr.
- 64 ár 350.000,00 kr.
- 65 ár 325.000,00 kr.
- 66 ár 300.000,00 kr.
Í teimum 1,5% -gjaldinum er eisini ein ískoytiseftirløn uppá kr. 100.000,00, sum limir fáa útgoldið, við fylta 67 ár. Fyri at hava rætt til fulla lokaupphædd krevst at tann, sum fær útgjaldið, hevur verið limur í grunninum síðan fylta 60 ára aldur. Um so er, at limaskeiðið er stytri, minkar lokaupphæddin við 1/8 fyri hvørt árið, sum restar í at røkka fulla tíðarskeiðnum. Harumframt hevur felagið keypt eina trygging vegna "Hættisliga sjúku", har útgoldið verður kr. 100.000,00. Tryggingin fellur til gjaldinar um so er, at ein av niðanfyrinevndu sjúkum verður staðfest: - Flestu illkynjaðu krabbameinssjúkur
- Blóðtøppur í hjartanum
- Bypass-skurðviðgerð/Ballónvíðkan av kranlívæðr í hjartanum
- Hjartaloku-skurðviðgerð
- Slag (heilabløðing/blóðtøppur í heilanum)
- Bjølgar á lívæðrum í heilanum
- Ávísar góðkynjaðir svullir í heila og mønu
- Disseminerað sklerosa
- Amyotrofisk lateralsklerosa (ALS)
- Vøddasvinn
- HIV-ígerð, av blóðflutningi ella tengd av arbeiði.
- AIDS
- Nýrasvignan (bæði nýru)
- Flutningur av stórum lívgøgnum (hjarta, lunga og livur).
- Parkinssons sjúka
- Miss av sjón
- Miss av hoyrn
- Creutzfeldt-Jacob sjúka.
Eisini er hevur felagið keypt ein trygging vegna "Hættisliga sjúku" hjá børnum, har útgoldið verður kr. 50.000,00. Tryggingin fevnir um nevndu sjúkur staðfestar í aldrinum 6 mánaðir og til og við dagin fyri fylta 18 ár. Tó er tíðarskeiðið annaðleiðis fyri miss av sjón og hoyrn, sjá niðanfyri: - Meningitis
- Illkynjaðar krabbasjúkur
- Nýrasvignan
- HIV-ígerð, av blóðflutningi
- AIDS
- Miss av sjónini (barnið skal verða fylt 2 ár)
- Miss av hoyrnini (barnið skal verða fylt 2 ár)
Verður tryggingarupphæddin útgoldin, hevur sami limur/barnið ikki rætt til fleiri útgjaldingar, um so er, at ein hættislig sjúka rakar av nýggjum. Meira fæst at vita um hesa trygging á heimasíðuni hjá Føroya Lívstryggin, sum eitur www.liv.fo. Persónlig eftirløn: Persónliga eftirlønin verður flutt til Føroya Lívstrygging, og við útgjald kemur undir reglurnar í Rentutryggingarlógini. Her er møguleiki fyri at seta tryggingina saman eftir tørvi, antin at lata alt fara til eina uppsparing, ella at keypa fleiri aðrar tryggingar fyri. |